Búmerkið hjá felagnum

Breytir.

  • Borgarabreyt

    Á Borgarabreytini (medborgerskab) verður undirvíst í, hvussu næmingurin kann verða ein viðspælari í samfelaginum.

    Tit verða lærd at kenna tykkara skyldur í samfelagnum, nærumhvørvi og tøttum relatiónum.

  • Køksbreyt

    Á køksbreytini verður undirvíst í sunnum/fjølbroyttum kosti, reinføri í mun til matgerð, innkeyp, endurnýtslu og at vaska toy.

    Á hesari breytini er møguleiki at fáa OCN prógv.

    Hvør næmingur hevur køksbreyt eina viku í senn

    Køksbreytin ger døgurða og millummáltíðir til allar næmingar og starvsfólk hvønn gerandisdag.

  • Tónleikabreyt

    Á tónleikabreytini verður undirvíst í ymiskum ljóðføri og sangi. Næmingarnir fáa ymiskar tónleikaligar upplivingar, bæði á og uttan fyri Rásina.

  • Hondarbeiðisbreyt

    Á hondarbeiðsbreytini verður undirvíst í binding, hekling, brodering, at seyma við hond og við seymimaskinu og overlockara.

  • Starvslærubreyt

    Í starvslærubreytini verður undirvíst í ymiskum møguleikum á arbeiðsmarknaðinum, hvat tað krevur at hava eitt arbeiði – møta til tíðina, hava høviskan atburð, verða reinur og hóskandi klæddur.

  • Rørslubreyt

    Í rørslubreytini verður undirvíst í at pakka tasku og taka ábyrgd av hvat skal við til venjing og til brúsu aftaná venjing. Vant verður í Vælveru fitness, í fimleikahøll, úti og einaferð um vikuna verður svomið á Toftum. Í Rørslubreytini lærir næmingurin m.a. um kroppstilvitan, kroppsburð, koordinatión (vinstra/høgra) tilvitan um røkt av kroppi/puls/styrki/javnvág/smidigheit.

  • Handaligabreyt

    Í handaligubreytini verður undirvíst í ymiskum amboðum til handaligt arbeiði so sum at tekna, mála, perla, klippa, smíða, skrúða, brenna í við v.m.

  • List - og kreativa breyt

    Í listabreytini verður undirvíst í ymiskari list. Næmingurin fær møguleikan at menna og styrkja síni skapandi evnir innan leiklist, myndlist evning osfr.

  • Samferðslubreyt

    Í Samferðslubreytini verður undirvíst í samferðslu innanlands og uttanlands. Næmingurin gerst meira tilvitaður um ferðslu, at klára seg í ferðsluni og ferðast við Strandferðsluni. Løgreglan er eisini inni og undirvísir um ferðslu.

    Um næmingurin lýkur treytirnar fyri at taka koyrikort, so verður hann eisini stuðlaður til tað.

  • Námsferðarbreyt

    Í námsferðarbreyt verður undirvíst í at pakka kuffert og hondtasku til at ferðast. Undirvíst verður í landalæru og hvussu tað er at ferðast við skipi, flogfari, toki, buss v.m. Fyrsta skúlaárið verður farið snarferð við Norrønu til Seydisfjarðar. Og næsta árið verður farið ein longri túr. Á hesum túrum skulu næmingarnir venja sjálvbjargni umborð á skipi, í flúgvara, í toki, buss v.m.

  • Náttúrubreyt

    Í náttúrubreyt verður undirvíst í náttúru. Arbeitt verður við at halda økið runt skúlan. Vit velta og dyrka ymiskt til køksbreytina. Náttúruna brúka vit eisini til sansi og rørslu venjingar.

  • Reingerðarbreyt

    Í reingerðarbreyt verður undirvíst í reingerð. At brúka ávís amboð og einaferð um vikuna gera næmingarnir alt húsið reint.

  • Teldubreyt

    Í teldubreyt verður undirvíst í tekstviðgerð, e-mail, facebook og at leita á netinum. Eisini verður undirvíst í vansum og fyrimunum við nýtslu av teldum og løgreglan er inni og undirvísir í lógum og reglum viðvíkjandi teldunýtslu.

  • Lívsfrøðisbreyt

    Í lívfrøðisbreytini verður undirvíst í lívgøgnunum í mannakroppinum. Undirvíst verður í persónligum reinføri. Tannrøktari kemur á skúlan at undirvísa í tannrøkt í praksis og ástøði og heilsufrøðingur kemur á skúlan at undirvísa í nøringarlæru og fyribyrging.

  • Frítíð

    Í frítíðini hava næmingarnir møguleika at fáa tað hvíld, sum teir hava brúk fyri. Eisini verða teir stuðlaðir til at ganga til ymiskt í frítíðini, so sum frítíðarklubb, boccia, fótbólt, tónleik, fimleik v.m.

  • Morgunløta

    Í morgunløtum samlast vit fyri at tosa um hvussu vit hava tað, hvat dagurin inniber og hvat hvør uppgáva er hjá hvørjum næmingi. Í morgunløtum viðgera vit dagin, árstíðir veðrið og samfelags og daglidags evnir. Vit syngja, lesa søgur og tíðindi.