Undirvísingargongd.
Lesiætlan fyri 1. og 2. skúlaár
Námsfrøðilig mál
1. skúlaárið
- Flyta heimanifrá, grundstøði
- Tilvitan um persónliga røkt, grundstøði
- Húsligar ábyrgdir, grundstøði
- Tilvitan um seg sjálvan, grundstøði
- Tilvitan um sunnan kost og rørslu
- Læra at brúka strandferðsluna, buss, bát vm.
- Grundstøði í teldulæru/samskifti, telefon, alnót, facebook v.m.
- Næmingafundir, rættindi, meiningar, ynski v.m.
- Útiarbeiði, urtagarðsarbeiði, v.m.
- Kvøldskúli, frítíðaraktivitetir v.m.
- Knýta vinarbond
- Læra nærumhvørvið at kenna
- Námsferð
2. skúlaárið
- Námsferð.
- Tilvitan um persónliga røkt, miðstøði.
- Húsligar ábyrgdir
- Taka intiativ, ábyrgd.v.m
- Tilvitan um seg sjálvan, miðstøði
- Kost og rørsla, miðstøði
- Læra at kenna egið land
- Teldulæra, samskifti, telefon, alnót, facebbook v.m, miðstøði.
- Flyta út av Rásini
- Vitja arbeiðspláss
- Starvslæru undirvísing
Onnur námsfrøðilig mál 2. skúlaárið
Fyrsta skúlaárið er á grundstøði, og seinna á miðstøði, har dentur verður lagdur á framhaldandi menning á teimum økjum næmingarnir hava verið ígjøgnum fyrsta árið. Tó verður dentur lagdur á hesi øki í seinna skúlaárið:
- At styrkja næmingarnar í framhaldandi at fasthalda sambond
- At læra næmingarnar at taka stig, støðu og ábyrgd
- At læra næmingarnar at hava egna meining og grundgeva fyri henni
- At læra næmingarnar at standa fram
- At læra næmingarnar at halda hús, húsligar skyldur í og kring skúlan
- At halda fram við bókfakligu undirvísingini, sum er næmingalagað.
- Undirvísing í trygd
- Útslúsing
- Námsferð. Seinna árið er námsferð uml. apríl/juni.
Fakligt/læraraundirvísing
1. skúlaár:
- Føroyskt, lesi- og skriviroynd, at finna førleikastøðið hjá næminginum
- Rokning, roynd at finna førleikastøðið hjá næminginum.
- Søga
- Landalæra
- Samfelagsfrøði
- Náttúra og tøkni
- Bókasavn
- Ítrótt
- Heimkunnleika
2. skúlaár:
- Føroyskt
- Rokning
- Søga
- Landalæra
- Samfelagsfrøði
- Náttúra og tøkni
- Bókasavn
- Ítrótt
- Heimkunnleika
- Tónleikur/sjónleikur
- Støðumetan OCN