Close

Í sambandi við at umsóknarfreistin at søkja inn á Rásina var 15. mars, hevur Rásin gjørt nógv burturúr at marknaðarføra eftirskúlatilboðið Rásina og lýsingarátakið hevur riggað væl, og vit hava fingið nógvar fyrispurningar og jaligar afturmeldingar og umtalu. 

Vit takka fyri allar umsóknir og gleða okkum at taka ímóti nýggjum næmingum. Umsøkjarin fær svar 24. apríl

RÁSIN ER EFTIRSKÚLI TIL UNG VIÐ MENNINGARTARNI, IÐ ERU LIÐUG VIÐ FÓLKASKÚLAN

LÆRAN TIL LÍVIÐ: Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt. 

Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívið. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar


BREYTIR Á RÁSINI

STARVSLÆRUBREYT

RØRSLUBREYT

KØKSBREYT

FRÍTÍÐ

REINGERÐARBREYT

HANDALIGBREYT

TELDUBREYT

Sí myndir á facebook