SØK UM STARV
Starv á køks/vaskibreytini á Rásini:
Rásin er eitt eftir skúla tilboð fyri ung við menningartarni frá aldrinum 16 ár.
Um starvið:
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum á 30 tímar frá 15.08.2025 til 30.06.26.
Uppgávan er fyri tað mesta er at arbeiða á køks/vaski breytini saman við næmingunum. Á køks og vaski breytini verður undirvíst í matgerð, innkeyp, reinføri, klædnavask vm.
Starvstíðin er skiftandi vaktir ið fevna um dag/kvøld/nátt og viku skiftisvaktir. Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Førleika krøv:
Umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
Vit vænta, at tú:
-
umframt námsfrøðiliga útbúgving, hevur áhugað og ella starvsroyndir innan matgerð,
klædnavask og reingerð. -
Ert sálarliga og likamliga væl fyri.
-
Hevur góð samstarvsevnir
-
Hevur ein jaliga menniskjafatan
-
Ert áhugaður í at arbeiða á einum eftirskúla ið er nógv á ferð, bæði innan og uttanlands.
Setanartreytir:
Starvið er flokkað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn:
Freistin at søkja starvið er mánadagin 16. juni 2025 kl 12.
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast umvegis frymilin niðanfyri.
Fleiri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til: Beinta Persdóttir Joensen, leiðari, á telefon 215202.