Close

BREYTIR - NÁMSFRØÐILIG UNDIRVÍSING

KØKSBREYT

Á køksbreytini verður undirvíst í sunnum/fjølbroyttum kosti, innkeyp, at vaska toy og reingerð

Hvør næmingur hevur køksbreyt eina viku í senn

Køksbreytin ger døgurða og millummáltíðir til allar næmingar og starvsfólk hvønn gerandisdag.


TÓNLEIKABREYT

Á tónleikabreytini verður undirvíst í ymiskum ljóðføri og sangi. Næmingarnir fáa ymiskar tónleikaligar upplivingar, bæði á og uttan fyri Rásina.

HONDARBEIÐSBREYT

Á hondarbeiðsbreytini verður undirvíst í binding, hekling, brodering, at seyma við hond og við seymimaskinu og overlockara.

STARVSLÆRUBREYT

Í starvslærubreytini verður undirvíst í ymiskum møguleikum á arbeiðsmarknaðinum, hvat tað krevur at hava eitt arbeiði – møta til tíðina, hava høviskan atburð, verða reinur og hóskandi klæddur. Starvslæra er 2. skúlaár og miðja verður ímóti at næmingurin fær tilknýti til arbeiðsmarknaðin og møguliga framhaldandi arbeiði aftaná lokið skúlaskeið á Rásini.

RØRSLUBREYT

Í rørslubreytini verður undirvíst í at pakka tasku og taka ábyrgd av hvat skal við til venjing og til brúsu aftaná venjing. Vant verður í Vælveru fitness, í fimleikahøll, úti og einaferð um vikuna verður svomið á Toftum. Í Rørslubreytini lærir næmingurin m.a. um kroppstilvitan, kroppsburð, koordinatión (vinstra/høgra) tilvitan um røkt av kroppi/puls/styrki/javnvág/smidigheit.


HANDALIGABREYT

Í handaligubreytini verður undirvíst í ymiskum amboðum til handaligt arbeiði so sum at tekna, mála, perla, klippa, smíða, skrúða, brenna í við v.m.

LISTA-BREYT

Í listabreytini verður undirvíst í ymiskari list. Næmingurin fær møguleikan at menna og styrkja síni skapandi evnir og tilevna ymiska list so sum málningar.

SAMFERÐSLUBREYT

Í Samferðslubreytini verður undirvíst í samferðslu innanlands og uttanlands. Næmingurin gerst meira tilvitaður um ferðslu, at klára seg í ferðsluni og ferðast við Strandferðsluni. Løgreglan er eisini inni og undirvísir um ferðslu.

Um næmingurin lýkur treytirnar fyri at taka koyrikort, so verður hann eisini stuðlaður til tað.

NÁMSFERÐARBREYT

Í námsferðarbreyt verður undirvíst í at pakka kuffert og hondtasku til at ferðast. Undirvíst verður í landalæru og hvussu tað er at ferðast við skipi, flogfari, toki, buss v.m. Fyrsta skúlaárið verður farið snarferð við Norrønu til Seydisfjarðar. Og næsta árið verður farið ein longri túr. Á hesum túrum skulu næmingarnir venja sjálvbjargni umborð á skipi, í flúgvara, í toki, buss v.m.


NÁTTÚRUBREYT

Í náttúrubreyt verður undirvíst í náttúru. Arbeitt verður við at halda økið runt skúlan. Vit velta og dyrka ymiskt til køksbreytina. Náttúruna brúka vit eisini til sansi og rørslu venjingar.

REINGERÐARBREYT

Í reingerðarbreyt verður undirvíst í reingerð. At brúka ávís amboð og einaferð um vikuna gera næmingarnir alt húsið reint.

TELDUBREYT

Í teldubreyt verður undirvíst í tekstviðgerð, e-mail, facebook og at leita á netinum. Eisini verður undirvíst í vansum og fyrimunum við nýtslu av teldum og løgreglan er inni og undirvísir í lógum og reglum viðvíkjandi teldunýtslu.

LÍVFRØÐISBREYT

Í lívfrøðisbreytini verður undirvíst í lívgøgnunum í mannakroppinum. Undirvíst verður í persónligum reinføri. Tannrøktari kemur á skúlan at undirvísa í tannrøkt í praksis og ástøði og heilsufrøðingur kemur á skúlan at undirvísa í nøringarlæru og fyribyrging. Eisini fáa næmingarnir møguleika at taka 1. hjálparprógv og góðkendur undirvísari kemur á Rásina at undirvísa í 1. hjálp.

FRÍTÍÐ

Í frítíðini hava næmingarnir møguleika at fáa tað hvíld, sum teir hava brúk fyri. Eisini verða teir stuðlaðir til at ganga til ymiskt í frítíðini, so sum frítíðarklubb, boccia, fótbólt, tónleik, fimleik v.m.

MORGUNLØTA

Í morgunløtum samlast vit fyri at tosa um hvussu vit hava tað, hvat dagurin inniber og hvat hvør uppgáva er hjá hvørjum næmingi. Í morgunløtum viðgera vit dagin, árstíðir veðrið og samfelags og daglidags evnir. Vit syngja og lesa søgu, artiklar og framhaldssøgu. Eisini verður undirvíst í OCN.

LÆRUGREINAR

FØROYSKT

ROKNING

SØGA

LANDALÆRA

SAMFELAGSFRØÐI

BÓKASAVN

ÍTRÓTT 

HEIMKUNNLEIKA

TÓNLEIKUR / SJÓNLEIKUR

NÁTTÚRA OG TØKNI