Close

AT HAVA VIÐ Á RÁSINA

SEINGJARKLÆÐI OG HANDKLÆÐI

Á Rásini er song, dýna, koddi, klædnaskáp, kommoda, skriviborð og stólur

KLÆÐI

Vanlig klæði, fín klæði, ítróttarklæði, svimjiútgerð, regnklæði, og heit klæði.

SKÓGVAR

Vanligar og fínar skógvar, ítróttarskógvar, stylvar.

TOILETGREIÐIR

Sjampo, kroppsápu, tannbust, tannkrem, tanntráð o.a.

SKÚLABRÚK

Farteldu, pennahús, roknimaskinu, skúlatasku v.m.

LÆKNAR

Lækna-og tannlæknaørindi skulu helst gerast í teimum longu vikuskiftunum. Starvsfólk fara bert við til lækna, um ørindini eru í Runavík.

UPPLÝSNINGAR

VIKUSKIFTI

Rásin steingir fleiri vikuskiftir um árið frá fríggjadag kl.15:00 til sunnudag kl.18:00, alt eftir hvussu tað passar inn í kalendaran. 


MØTITÍÐ

Aftaná feriu møta næmingarnir á skúlanum millum kl. 08:00 -10:00.


FRÍTÍÐ

Tiltøk, sum skúlin metir hava samband til skúlaskap, eru kravd at fara til, sjálvt um hetta er um kvøldið, t.d:

· Javnaguðstænasta

· Seturskúli / lega

· Føstulávintshald

· Sangleikir/sjónleikir o.a.


FRÍTÍÐARTILTØK

Frítíðartiltøk skulu liggja í nærumhvørvinum. Fara næmingarnir til tiltøk aðrastaðni enn í nærumhvørvinum, skulu tey megna hetta sjálv. Starvsfólkini hava ikki ábyrgd av næmingum, sum ikki eru á Rásini. Sostatt hevur næmingurin/foreldrini ábyrgd, tá ið næmingurin er uttan fyri Rásina og til tiltøk, sum ikki hava samband við Rásina. Landsliðsvenjingar taka heimið og næmingurin sær av.


KT, MIÐLAR OG SJÓNVARP

Alnótin: Telefonirnar skulu verða ljóðleysar í skúlatíðini millum kl.08:00.-14:30.

Vit enda dagin við samling kl. 22:00.

Á Rásini eru trý sjónvørp tøk at brúka. Eitt í ovastu hædd, eitt í miðhæddini og eitt í niðastu hædd. Døgnvaktin tekur støðu til, hvussu sjónvarpið í miðhæddini, sum er í stovuni, verður brúkt. Ikki er loyvt at hava sjónvarp í kamarinum, bert í felagsrúmunum. 


MÁLTÍÐIR

Rásin leggur dent á heilsugóðan mat. 

Morgunmatur verður etin kl 07:15. 

Køksbreytin ger matskrá hvørja viku


SJÚKA

Verður næmingur sjúkur ella hevur fepur, fer hann heim. Skal næmingurin viðgerast við kremi o.ø, skulu starvsfólk kunnast um hetta


LÆRUGREINAR

Føroyskt, rokning, søga, landalæra, samfelagsfrøði,bókasavn, ítróttur og  heimkunnleiki. Sí lesiætlan HER


TILTØKINI Á RÁSINI

Felags foreldrafundur er fyrsta árið í august, og foreldraviðtalur í mars. Jólahald er fyri næmingum, og eitt árligt tiltak er fyri foreldur og næmingar.