Close

MÁLSETNINGUR

Rásin er í støðugari menning á tann hátt, at starvsfólk og næmingar alla tíðina fáa avbjóðingar og góðar upplivingar, ið eru við til at menna førleikan hjá tí einstaka.

Undirvísingin tekur støði í persónligum virksemisætlanum við serligum atliti til praktiskt arbeiði á skúlanum, heilsugóðar kostvanar og rørslu. Hetta, fyri at økja um tilvitan av sjálvbjargni.

Næmingarnir skulu hava avbjóðingar at gerast so sjálvbjargnir sum til ber, so teir fáa eitt so virkið og virðiligt lív, sum fortreytirnar hjá viðkomandi loyva.

Endamálið aftan á lokið skúlaskeið er, at næmingarnir so vítt til ber, megna at taka ábyrgd av egnum lívi. Teir skulu hava arbeitt við framtíðaætlaninum um, hvar tey skulu búgva og arbeiða.

Í arbeiðinum verður miðja ímóti at taka støði í hvørjum einstøkum næmingi. Starvsfólkini leggja dent á at skapa góðar karmar við tryggleika, umsorgan og undirvísing. Arbeiði byggir á ymiskar námsfrøðiligar arbeiðshættir.

Endamálið er at geva næmingunum møguleikan at:

  • styrkja sjálvskenslu
  • økja sjálvbjargni og sjálvsræði
  • styrkja sosialan og fakligan førleika
  • verða tilvitaðir um egnar møguleikar og avmarkingar á tann hátt, at næmingarnir kenna seg hava ávirkan á egið lív
  • læra at vera í einum sosialum felagskapi
  • styrkja sosialar relatiónir, so sum tilknýti til familju, vinir og onnur

Út frá høvuðsmálsetninginum fyri skúlan skal persónlig virksemisætlan gerast fyri hvønn næming.